Uttanlands

Løkke tekur eitt fólktingsval afturat

Danski uttanríkismálaráðharrin, sum hevur verið í poltikki í 32 ár, sigur, at hann ætlar sær at taka í minsta lagi eitt valskeið afturat.

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Danski uttanríkismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-01 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkismálaráðharri og formaður í Moderaterne ætlar sær at vera verandi í politikki í nøkur ár afturat.

Tað sigur hann í podvarpinum “Øverste Hylde” hjá Ekstra Bladet.

Hann ætlar sær at stilla uppaftur á næsta fólkatingsvali, men hvat hendir á valinum eftir næsta, veit hann ikki.

– Hetta merkir tó ikki, at eg havi nakra ítøkiliga ætlan, leggur hann afturat.

62 ára gamli Lars Løkke Rasmussen hevur sitið á Fólkatingi í 32 ár. Hann varð fyrstu ferð valdur inn í 1994. Sostatt er hann longst sitandi núverandi fólaktingslimur, skrivar Ritzau.

Lars Løkke Rasmussen umboðaði Venstre í nógv ár, og sat sum forsætisráðharri í fleiri valskeiðum, áðrenn hann fór úr flokkinum í 2021 og stovnaði Moderaterne í 2022. Hann hevur verið uttanríkismálaráðharri síðan 2022.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder