Innanlands

Landsstýriskvinna ynskir tilboð um ultraljóðskanning í viku 12

Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er játtan sett av til at styrkja barnakonuøkið, sigur Eyðdis Hartmann Niclasen.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-01 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum ynskir at fáa sett í verk eitt tilboð til barnakonur í Føroyum um ultraljóðskanning í viku 12 av viðgongutíðini.

Tað sigur hon í svari til ein § 52a fyrispurning hjá Hervør Pálsdóttir, tingkvinnu úr Tjóðveldi.

– Á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 er játtan sett av til at styrkja barnakonuøkið við millum annað at styrkja vaktarlagið innan gynekologi/obstetrik. Við atliti at fáa styrkt økið, havi eg eisini ynskt at fáa lýst, hvat krevst fyri at seta tilboðið í verk, og hvørjir fyrimunir og møguligir vansar eru hesum viðvíkjandi, sigur landsstýriskvinnan.

Eyðdis Hartmann Niclasen sigur, at áheitan er send sjúkrahúsverkinum um at fáa lýst hesi viðurskifti.

Hon vísir m.a. á, at danska Sundhedsstyrelsen mælir til at bjóða tvær ultraljóðskanningar í viðgongutíðini - eina í viku 11 -13, og eina í viku 18 - 21, og hevði eitt skipað tilboð um skanning í 12. viku sostatt styrkt góðskuna í barnsburðartænasuni.

Fyrispurningurin og svarið frá landsstýriskvinnuni kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder