Mentan

Trygvi fær M. A. Jacobsen fyri fagrar bókmentir

Fær heiðurin fyri bókina „hey:) – Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum”.

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-01 17:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ungi rithøvundurin Trygvi Danielsen, onkuntíð eisini kendur sum Silvurdrongur, fær virðisløn M. A. Jacobsens fyri Fagrar bókmentur.

Hann fær virðislønina fyri bókina „hey:) – Tað metamodernistiska dómadagsmanifestið anno domini MMXXV et in futurum”, sum kom út í 2025.

Trygvi kundi ikki sjálvur taka ímóti virðislønini – hann er staddur í Íslandi í løtuni, har hann er á skriviverkstovu fyri at skriva handrit til hansara komandi spælifilm.

Tí var tað pápin, Danny Danielsen, sum tók ímóti virðislønini, og las upp eina heilsan frá Trygva. 

[object Object]
Danny Danielsen las upp heilsan frá soninum, sum ikki kundi vera til staðar (Skíggjamynd: KvF)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder