Innanlands

Ruskbilur fór á rull og endaði í einum túni

Í morgun var óhapp á Rosságøtu á Argjum við einum ruskbili hjá Tórshavnar kommunu.

2026-10-02 09:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan sjey í morgun var eitt óhapp við einum el-ruskbili hjá Tórshavnar kommunu, har bilurin breyt ein garð og endaði í einum túni á Rosságøtu á Argjum.

Løgreglan veit ikki nógv at siga um hendingina, men upplýst verður, at óhappið verður kannað.

Vitni siga, sambært Dimmalætting, at bilurin fór á rull omaneftir og rullaði einar 50 metrar, áðrenn hann endaði í túnunum. Sum skilst var eingin fólkaskaði.

Dagførd kl. 9.30

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder