Mánadagin boðaði Magdalena Andersson, forkvinna hjá Sosialdemokraterna frá, at tað ikki var eydnast henni at skipa stjórn eftir valið, men í komandi viku sleppur hon at gera enn eina roynd.
Tað sigur formaðurin í svenska Riksdagen, Andreas Norlén sambært fleiri svenskum miðlum, sum DR endurgevur.
– Útfrá teimum samrøðunum, sum eg havi havt, havi eg tikið avgerð um, at Magdalena Andersson kann taka uppaftur samráðingarroynd sína, sigur hann.
Nýggju samráðingarnar byrja mánadagin, so flokkarnir um vikuskiftið kunnu umhugsa sína støðu.
– Tá uppgávan er avgreitt, verður atkvøðugreiðsla um forsætisráðharran í Riksdagen, sigur Norlén.
Á Facebook skrivar Magdalena Andersson, at hon er fegin um avgerðina hjá Norlén um at geva henni enn ein møguleika, og fer hon um vikuskiftið at umhugsa, hvussu hon kann gera framstig í samráðingunum.
– Eg vóni, at aðrir flokkar eisini fara at umhugsa teirra støðu, skrivar hon.
Mánadagin boðaði Andersson frá, at tað ikki var eydnast henni at skipa stjórn, m.a. orsakað av krøvunum hjá Centerpartiet og Vänsterpartiet, sum m.a. hevði atkvøtt fyri, at Anders Norlén kundi halda fram sum formaður í Riksdagen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald