Innanlands

Steffan og Fía Selma spyrja um aldursmark á orkudrykkir

Víst verður m.a. á norðurlendska kanning, har góð 20 prosent av teimum ungu siga seg drekka orkudrykkir hvønn dag, og 30 prosent av teimum 15-19 ára gomlu hava upplivað neilig heilsuárin av orkudrykkum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-02 15:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsumálum skal greiða frá, hvat hon heldur um, at børn og ung, sum eru yngri enn 18 ár kunnu keypa orkudrykkir, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum skal greiða frá, um hann ætlar at seta aldursmark á orkudrykkir.

Tveir § 52a fyrispurningar eru komnir frá ávikavist Fíu Selmu Nielsen úr Fólkaflokkinum, og Steffani Klein Poulsen úr Miðflokkinum um orkudrykkir.

Fía Selma Nielsen vísir á norðurlendska kanning, sum byggir á svar frá ungum í Svøríki, Danmark, Norra, Finnlandi og Íslandi, har góð 20 prosent av teimum ungu siga seg drekka orkudrykkir hvønn dag, og 30 prosent av teimum 15-19 ára gomlu hava upplivað neilig heilsuárin av orkudrykkum.

Eisini vísir hon á samgonguskjalið hjá núverandi samgongu millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, har skrivað m.a. stendur, at  "heilsupolitikkurin skal stuðla undir, at vit halda okkum frísk og fyribyrgja sjúku, so leingi sum gjørligt" og at "dentur skal leggjast á fyribyrging og heilsufremjan".

Steffan Klein Poulsen vísir á, at Heilsustýrið ikki heldur, at fólk yngri enn 18 ár skulu sleppa at keypa orkudrykkir, m.a. orsakað av heilsuvandanum, og at fleiri onnur lond hava sett aldursmark á orkudrykkir.

Herfyri undraðist Eirikur í Jákupsstovu, fyrrverandi landssýrismaður í vinnumálum á, sambært Kringvarpinum, at tað ikki longu er bannað at selja ungum undir 18 ár orkudrykkir, tí ein kunngerð varð gjørd, áðrenn val var útskrivað.

Jacob Vestergaard segði tá, at hann hevði ikki tikið støðu til málið enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder