Tað er stóra hóttanin úr Moskva í Norðurhøvum, sum var evni, tá m.a. bretskar og danskar herdeildir hildu hernaðarvenjingar saman í Vestmanna herfyri.
Hetta var fyrstu ferð síðan annan verðaldarbardaga, at bretskar deildir høvdu venjingar á landi í Føroyum. Endamálið var at brynja seg móti russisku hóttanini í Norðuratlantshavi.
Tað skrivar bretska blaðið The Telegraph sum í dag hevur stóra grein frá venjingunum í Føroyum.
Venjingarnar gingu millum annað út upp á at virka umborð á skipum úr russiska skuggaflotanum og at verja seg móti fíggindaligum virksemi yvir kritiskum undirsjóvarkaðalum.
Bretski verjumálaráðharrin, Wes Sterling verður í The Telegraph siteraður fyri at siga, at Moskva gerst “alt meira fyrilitaleyst og minni diskret” í sínum “fíggindaligu átøkum”, eitt nú við at kortleggja undirsjóvarnetið av kaðalum, sum Bretland og Evropa brúka til flutning av orku og dátum.
Wes Streeting, bretskur verjumálaráðharri, avmyndaður á ársfundinum hjá Labour farna vikuskiftið (Mynd: Adam Vaughan/EPA)
Bretski verjumálaráðharrin nevndi hetta undan einum topprundi hjá Joint Expeditionary Force, JEF, sum skuldi vera í Keflavík í Íslandi í dag. Kanada og Ukraina luttaka eisini á hesum fundinum. JEF er ein samgonga av tíggju norðurevropeiskum londum undir bretskari leiðslu.
JEF hevur síðan august skipað fyri eini umfatandi hernaðarvenjing bæði í Eystrasalti og Atlantshavi, kallað Lion Protector, sum snýr seg um at verja infrakervið á havbotninum.
Ein liður í hesi venjing var venjingin í Føroyum í september, skrivar The Telegraph, sum eisini upplýsir at yvir hundrað bretsk herfólk frá Special Operations Maritime Task Group vóru við í venjingunum í Føroyum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald