Innanlands

104 lesandi fáa væntandi prógv

Tey lesandi eru úr seks ymsikum deildum hjá Fróðskaparsetri Føroya

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

Mynd: Fróðskaparsetur Føroya

2019-06-13 07:08 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í summar fáa væntandi 104 lesandi prógv á Fróðskaparsetri Føroya. Av hesum fáa 97 bachelorprógv, 6 fáa masterprógv og 1 fær hjánámsprógv.

Talan er um 26 lærarar, 24 námsfrøðingar, 17 frá Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 26 frá Søgu- og samfelagsdeildini, 8 frá Føroyamálsdeildini og 3 frá Náttúruvísindadeildini. Harumframt hava 72 lokið prógv síðani seinastu prógvhandan, og hesi verða eisini hátíðarhildin til prógvhandanina, skrivar Fróðskaparsetur Føroya á heimasíðuni.

Í hesum sambandi verður prógvhandan fríggjadagin 21. juni. Prógvhandanin verður í Norðurlandahúsinum eins og undanfarin ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder