Innanlands

Fleiri koyrdu ov skjótt í gjár

Løgreglan skrásetti eini 19 lógarbrot í ferðsluni í gjár.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-03 09:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur løgreglan verið úti og kannað ferðsluna ymsastaðni, og í hesum sambandi vórðu eini 19 lógarbrot skrásett sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.

Fríggjamorgunin varð løgreglan úti og kannaði ferðsluna við skúlan í Fuglafirði, og har vórðu tríggir bilførarar, sum koyrdu við børnum, sum ikki sótu rætt íbundin. Aðrastaðni í Fuglafirði vórðu tveir bilførarar eisini tiknir fyri at koyra ávikavist 119 og 102 kilometrar um tíman.

Í Klaksvík varð eitt prutl steðgað, sum koyrdi ov skjótt. Eisini sótu fleiri á prutlinum, sum heldur onga nummarplátu hevði, og sum heldur ikki var tryggjað.

Í Runavík varð ein tikin fyri at koyra 72 kilometrar um tíman, og í Sunda kommunu varð ein bilførari tikin fyri at koyra 78 kilometrar um tíman.

Í Sunda kommunu vóru eisini tvey prutl, sum koyrdu ov skjótt, harav eitt manglaði nummarplátu, og ein av førarunum hevði ikki rætta koyrikortið. Viðkomandi koyrdi á einum stórum prutli, hóast hann bert hevði koyrikort til lítið prutl.

Í Leirvík varð ein tikin fyri at koyra 116 kilometrar um tíman, og ein varð tikin fyri at gera eina ólógliga yvirháling. Har vóru eisini vóru fleiri viðurskifti, sum ikki vóru ílagi viðvíkjandi dekkum og lyktum.

Ein bilførari bleiv eisini tikin fyri at koyra 107 kilometrar um tíman í Hoyvík.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder