Innanlands

Løgreglan ávarar aftur um svikarar

Fleiri fólk eru uppringd í dag av einum persóni, sum roynir at fáa upplýsinagr frá teimum.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-03 12:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Svikarar hava aftur í dag roynt at lokka persónsupplýsingar frá føroyingum.

Fyrrapartin hava trý fólk ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður, sum tosar danskt, hevur ringt til tey frá donskum nummari og hevur roynt at fáa upplýsingar frá teimum við at siga, at pengar eru farnir av kontu teirra, m.a. orsakað av trupulleikum við Nets.

Svikarin sigur seg m.a. vera úr Noregi ella frá løgregluni í Keypmannahavn. Í onkrum førum hevur svikarin brúkt navnið Lars Tvede, og tað er helst eitt falsk navn, sigur løgreglan.

Fólkini, sum boðaðu løgregluni frá, høvdu tó ikki latið svikarunum nakrar upplýsingar.

Dagførd kl. 12.21

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder