Mentan

Rútmubeiggjar tjóðstarta Spæl føroyskt vikuna í Listastovuni

Nýggjur bólkur við nøkrum av okkara fremstu tónleikarum spælir nýskrivaðan tónleik við íblástri úr funk-tónleikinum frá 1960- og 70-árunum.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-03 15:38 Author image
Innsent
placeholder

Í kvøld fyllist Listastovan við orku, groove og improvisatión, tá Rútmubeiggjar koma vestur við nýskrivaðum tónleiki.

Tað eru tónleikasnillingarnir Kristian Pauli Ellefsen og Karl Andrias Stórá, sum hava tikið stig til bólkin og skrivað tónleikin. Saman Við sær hava teir Ólav Gaard, Vinjar Egilsnes Petersen og Rógva á Rógvu, og saman mynda teir Rútmubeiggjar.

Tónleikurin hevur íblástur úr funk-tónleikinum frá 1960- og 70-árunum, og dentur verður lagdur á gott samanspæl, groove og improvisatión. Sostatt er lagt upp til eina livandi og vælsvingandi konsert í Listastovuni.

Rútmubeiggjar eru:

  • Ólavur Gaard – gittar
  • Kristian Pauli Ellefsen – tangentar
  • Vinjar Egilsnes Petersen – tangentar
  • Rógvi á Rógvu – trummur
  • Karl Andrias Stórá – bass

Konsertin verður í kvøld kl. 21. Dyrnar lata upp kl. 20.30. Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder