Í gjárkvøldið klokkan umleið 23.41 fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einum bili í Norðoyatunlinum, og hetta hevði við sær, at tunnilin var stongdur í nakrar tímar.
Tunnilin varð stongdur beinanvegin, sløkkiliðið varð sent á staðið, og gekk skjótt og væl at fáa bilarnar út og sløkkja eldin, sum var sløktur umleið eitt korter yvir midnátt. Førarin slapp eisini skjótt úr bilinum og uppí ein annan bil, sum koyrdi úr tunlinum og fekk aðrar bilar at venda við.
Stutt fyri klokkan tvey hendi tó eitt óhapp inni í tunlinum. Tá tunnilin var latin upp fyri at fáa allar bilarnar, sum stóðu og bíðaðu, ígjøgnum, bleiv ein bilur árendur, tá hann bremsaði fyri fólki, sum ruddaðu inni í tunlinum. Hetta darvaði so aftur ferðsluna eina løtu.
Tunnilin varð stongur í nakrar tímar, og umleið klokkan hálvgum trý boðaði løgreglan frá, at tað var koyrandi aftur. Tað var ongantíð nakar vandi á ferð, og tunnilin fekk heldur ikki skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Bilurin, sum eldur kom í, stóð umleið mitt í tunlinum. Vaktleiðarin veit ikki at siga, hví eldur kom í, men tað verður kannað. Talan var tó ikki um ein elbil, leggur hann afturat.
Dagførd kl. 9.58
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald