Sendistovan í Tel Aviv letur ikki aftur, sigur Beinir Johannesen løgmaður, hóast Uttanríkis- og fiskimálaráðið herfyri boðaði frá, at hon, eins og sendistovan í Moskva, verður latin aftur.
– Eg og Fólkaflokkurin góðtaka ikki, at sendistovan verður løgd niður, sigur hann við Kringvarpið.
Beinir Johannesen sigur seg hava greitt landsstýrismanninum í uttanríkis- og fiskimálum, Bárður á Steig Nielsen frá hesum, bæði áðrenn og eftir, at fíggjarlógaruppskotið fyri 2027 varð lagt fram í vikuni.
Les eisini: Sendistovurnar í Moskva og Tel Aviv steingja
Búskaparliga gevur tað meining at hava sendistovuna í Tel Aviv, og nú ágangur móti Ísrael tykiskt meira vanligur, hevði tað eisini sent eitt skeivt signal, um sendistovan varð latin aftur, sigur løgmaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald