Innanlands

Koyrdi ávirkaður við ongum koyrikorti

Viðkomandi varð steðgaður í norðurøkinum seinnapartin í gjár.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-04 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinnapartin í gjár steðgaði løgreglan einum bili í norðurøkinum, har tað vísti seg, at førarin var ávirkaður.

Umframt tað hevði bilførarin heldur einki koyrikort. Sostatt er hann skuldsettur fyri bæði rúsdrekkakoyring og fyri at koyra uttan førararætt.

Sambært løgregluni var talan um ein útlending, sum helst hevur mist koyrikortið í heimlandinum.

Leygarmorgunin steðgaði løgreglan eisini einum bili í Suðuroynni. Har vísti tað seg, at ein av persónunum í bilinum hevði hassjmiks uppiá sær, og er han skuldsettur fyri tað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder