Millum heimarnar Utopia og Dystopia liggur Nústalgia – ein protopiskur heimur, har tíðin ikki er, sum vit kenna hana, tí her er tað nútíðin, ið ræður. Her eru smákykt og skordýr høvuðspersónar, og tað er teirra íborni vilji at liva í núinum, ið ræður. Skordýr og smákykt hava einki annað val enn at liva í løtuni.
Menniskjan hevur altíð leitað fram eftir tí næsta ella longst aftur til tað farna, men í okkara samtíð vindur hetta upp á seg. Ferðin økist, vit planleggja longur og longur fram í tíð og skrolla gjøgnum gomul minni í royndini at halda fast í tí farna.
Burtur úr hesum sprettist orðið nústalgi – longsilin eftir at vera til í núinum. Tí kanska duga vit ikki longur at vera til í núinum. Kanska sakna vit longu lívið, sum vit hava í dag. Kanska er tað farandi alt, vit hava nú. Tí flýggja vit nú – eina løtu – inn í heimin Nústalgia – fyri at uppliva kosmiska og kaotiska núið.
Teaturkonsertin Nústalgia eftir føroyska samtíðardansivirkið RIVA og flower-punk/axekiller-popp-tónleikabólkin AGGRASOPPAR er ein eksperimenterandi samanbræðing av samtíðardansi, -tónleiki og -teatri, ið granskar menniskjunnar trongd til at leingjast burtur úr núinum.
Báðir listabólkar arbeiða við kollektivum skapanartilgongdum og arbeiða við tí poetiska í menniskjunnar tilveru, men á hvør sín hátt – annar umvegis samtíðardans, og hin umvegis tónleik og tekst.
Í sýningini verður avantgarda undirgrundin tvinnað saman við fólksligu listini og gevur pláss fyri kaos, tí ljóta, sárbæra, absurda og menniskjuliga.
Pallverkið tekur útgangsstøði í komandi útgávuni hjá AGGRASOPPUM við sama heiti.
Handan verkið
Framførsla: Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen, Eyðfinn Lamhauge, Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Koreografi og pallsetan: Búi Rouch, Rannvá Guðrunardóttir Niclasen og Vár Bech Árting
Tónleikur og tekstur: Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn Lamhauge
Búnar og pallmynd: Jón Sonni Jensen
Ljós: Villiam Soo Joensen
Ljóð: Vinjar Egilsnes Petersen
Samskiparar: RIVA
Lýsingarmyndir: Dania O. Tausen
Starvsnæmingur: Krister Rognaldsen Pedersen
Samframleiðsla: Norðurlandahúsið í Føroyum
Stuðlað framførsluni hava Mentamálaráðið, Tórshavnar kommuna, Mentanargrunnur landsins, Dansifrøi, Gothenburg Fringe Festival og European Festivals Fund for Emerging Artists.
Stuðlað tónleikaútgávuni hava Koda Føroyar, Gramex Føroyar og Tutl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald