2026-10-05 10:40
Eitt slag av pitsum, sum er selt í føroyskum handlum, verður nú afturkallað.
Tað er Orkla Foods Norge, sum afturkallar Grandiose Original, tí vandi er fyri, at hart plast kann vera í pitsuni.
Talan er um pitsur, sum eru best fyri 3. apríl 2027, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.
Tær eiga at verða beindar burtur ella latnar innaftur í handilin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald