Fyrrverandi bretski prinsurin, Andrew Mountbatten-Windsor, ið er líttlibeiggi Charles kong vil hava ein dómstól at kanna, um húsarannsóknarúrskurðurin, sum løgreglan fekk, áðrenn hann varð handtikin í februar, var lógligur.
Rættarfundur verður hósdagin fyri afturlatnum hurðum, skrivar Ritzau.
Andrew Mountbatten-Windsor varð handtikin í einum máli um møguliga embætismisnýtslu í sambandi við tilknýti hansara til brotsmannin Jeffrey Epstein.
Fyrrverandi prinsurin var undir illgruna fyri at hava likið loynilig stjórnarskjøl til Epstein. Hetta skal hann hava gjørt, meðan hann virkaði sum handilsumboð frá 2001 til 2011.
Mountbatten-Windsor varð handtikin í heimi sínum á 66 ára føðingardegi sínum. Hann varð leyslatin aftur sama dag, men málið móti honum verður enn kannað.
Sjálvur noktar hann at hava gjørt nakað ólógligt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald