Fyrsta umfar av brasilska forsetavalinum var í gjár, og tað eydnaðist ongum av valevnunum at fáa meira enn 50 prosent av atkvøðunum, og tí verður nýtt valumfar 25. oktober.
Sitandi forsetin, 80 ára gamli Luiz Inácio Lula da Silva fekk 45,1 prosent av atkvøðunum, meðan 45 ára gamli Flávio Bolsonaro, ið er sonur fyrrverandi forsetanum, Jair Bolsonaro fekk 47,1 prosent av atkvøðunum.
Lula sigur, at hann er bilsin um, at hann ikki vann.
– Eg má viðganga, at eg var sannførdur um, at eg fór at vinna í fyrsta umfari, sigur hann sambært Ritzau.
– Dysturin er við at byrja. Vit eru í longdu leiktíðini. Í longu leiktíðini fara vit at vinna hjørtuni hjá brasilsku veljarunum, leggur hann afturat.
Flávio Bolsonaro sigur seg fegnast um, at hann fekk fleiri atkvøður enn Lula, og er hann sannførdur um, at góða úrslitið fer at endurtaka seg í næsta umfarinum síðst í hesum mánaðinum.
– Eg eri sera fegin um hendan møguleikan fyri, at Brasil um tríggjar vikur kann geva eitt endaligt svar við at velja eina nútíðarhóskandi stjórn, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald