Innanlands

Løgreglan: Ansið eftir sviki við CPR-upplýsingum

Óviðkomandi hava fingið atgongd til nógv nøvn, bústaðir og CPR-nummur. Nógvir føroyingar hava CPR-nummur er vandi fyri, at hesar persónsupplýsingar kunnu verða misnýttar.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-05 14:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nú CPR (Det Centrale Personregister) hevur staðfest eitt álvarsligt trygdarbrot, har óviðkomandi hava fingið atgongd til nógv nøvn, bústaðir og CPR-nummur, heitir løgreglan á fólk um at verða varin.

Nógvir føroyingar hava CPR-nummur, og vandi er nú fyri, at hesar persónsupplýsingar kunnu verða misnýttar, skrivar løgreglan á Facebook.

Løgreglan hevur hesi ráð:

Ver varin, um onkur kemur við einari óvæntaðari áheitan
Ver serliga varin, um tú fært eini sms-boð, uppringing ella teldupost, har sendarin nevnir persónligar upplýsingar um teg. Minst til, at stovnar og myndugleikar ikki senda ella biðja um persónligar upplýsingar á henda hátt.

Trýst ikki á óvæntað leinki
Um tú fært ein óvæntaðan teldupost ella sms-boð við einum leinki, mást tú ikki trýsta á tað. Far í staðin sjálv/ur inn á almennu heimasíðuna, ella ring til høvuðsnummarið hjá stovninum ella myndugleikanum og kanna, um áheitanin er sonn.

Lat ikki persónligar upplýsingar frá tær
Lat ongantíð upplýsingar um MitID, Samleikan, loyniorð, kortupplýsingar ella tílíkt frá tær.

Ber skjótt at, um skaðin er hendur
Hevur tú latið persónligar upplýsingar frá tær, skalt tú beinanvegin seta teg í samband við tín peningastovn. Um skaðin hendir eftir arbeiðstíð, kanst tú kanst sperra gjaldskortið á netbankanum.

Les eisini: Óviðkomandi hava fingið atgongd til CPR-upplýsingar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder