Innanlands

Tvær vindfráboðanir í høvuðsstaðarøkinum

Ongar álvarsligar fráboðanir komu orsaka av nógva vindinum í gjár.

(Mynd: Windy.com)

(Mynd: Windy.com)

2026-10-06 08:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Hóast rættiliga fitt av vindi var í gjár, so eru ikki komnar fráboðanir um álvarsligar skaðar orsaka av veðrinum.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini upplýsir, at tey høvdu fyrireika seg upp á at fáa nógvar fráboðanir, men so var ikki. Nakrar fáar komu, allar úr høvuðsstaðarøkinum.

Á Norðrasta Horni varð boðað frá at onkur takpláta var loysnað, og í Hoyvík óttaðust fólk fyri, at tilfar á einum byggiplássi skuldi fara á flog.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder