Uttanlands

Vitlíki tekur yvir í norskum stórbanka

400 ársverk skulu sparast burtur í DNB Bank innan ársskiftið.

2026-10-06 11:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norski stórbankin DNB Bank fer at skerja starvsfólkahópin við 400 ársverkum í tøkni- og tænastudeildini, upplýsir banki í fráboðan til keypsskálarnar í dag.

Hetta tí at benkin nú fer at gera meira brúk av vitlíki. Nú fara telduforrit í størri mun at taka yvir uppgávur, sum fyrr vórðu gjørdar av fólkun, eitt nú at kota og eftirkanna kundadátur.

- Vit síggja longu nú munandi vinning, og tillaga tí starvsfólkahópin til nýggja veruleikan, sigur Kjerstin Braathen, samtaksstjóri í bankanum, sambært NRK.

Niðurskurðurin í starvsfólkahópinum skal vera framdur innan ársskiftið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder