Innanlands

20.000 krónur í bót fyri brot á kunngerðina um fýrverk

Føroya rættur fríkendi ákærda mannin fyri brot á revsilógina.

(Sanvmynd: Sverri Egholm)

(Sanvmynd: Sverri Egholm)

2026-10-06 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein maður, sum var skuldsettur fyri brot á revsilógina og kunngerðina um fýrverk, er í Føroya rættur fríkendur fyri brot á revsilógina, men fær 20.000 krónur í bót fyri brot á lógina um fýrverk.

Maðurin hevði yvir 8 tons av fýrverki í kjallaranum í bústaði sínum.

Hald er nú lagt á stóru goymsluna av fýrverki, sum verður burturbeint, skrivar kvf.fo í dag.

Føroya rættur metti ikki, at maðurin hevði brotið revsilógina. Tá málið var fyri í rættinum herfyri, játtaði ákærdi seg sekan í at hava brotið kunngerðina, men ikki fyri at hava brotið greinina í revsilógini, sum snýr seg um at seta onnur fólk í vanda.

Fýrverkið, sum hald nú er lagt á, verður mett at hava eitt virði á umleið 200.000 krónur, skrivar Kringvarpið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder