Eliaskirkjan á Amager í Keypmannahavn hevur lagt eina nýggja strategi fyri arbeiðið komandi árini. Tað skrivar Trúboðin.
Torgeir Petersen, formaður í Eliaskirkjuni, legði Strategi 2030 fram á einum strategidegi á Amager, har kirkjan heldur til. Fríðunn í Liljudali avdúkaði nýggja visuella samleikan, og Jónas Thomsen vísti nýggju heimasíðuna fram.
Í stuttum snýr strategiin seg um at menna lærusveinar við at boða gleðiboðskapin, búgva til tænastu og bera byrðar hvør hjá øðrum.
– Vit hava lagt dent á, at viðtøkurnar fyri Eliaskirkjuna skulu síggjast aftur í strategiini, og vit hava bjóðað kirkjuliðinum við í tilgongdina. So hetta er strategiin hjá Eliaskirkjuni og ikki bara hjá stýrinum, sigur Torgeir Petersen við Trúboðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald