1. oktober hevði Tórshavnar Sløkkilið ársdag, og í ár eru 93 ár síðan, at sløkkiliðið varð stovnað. Í hesum sambandi varð høvið nýtt til at heiðra fleiri fólkum fyri trúgva tænastu hjá Tórshavnar Sløkkiliði, skrivar Tórshavnar kommuna.
Heini S. Østerø og Petur Mohr Sigurstein byrjaðu báðir sum sløkkiliðsmenn 1. oktober í 1996, og hava 30 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum. Tí fingu teir heiðursbræv og silvurmedalju fyri trúgva tænastu.
Toni Dam hevur 25 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum, og fyri tað fekk hann gávu frá Tórshavnar kommunu.
Karis við Brúgv og Mortan A. M. Poulsen hava 20 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum og fingu 20 ára anciennitetstekn.
Sløkkiliðið heiðraði eisini Erlu á Bøgarði á Smið, Atla H. Lamhauge Christoffur Dam og Sigmund A. Johanneson, sum øll hava havt 10 ára starvsdag hjá sløkkiliðnum.
![]()
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald