Innanlands

Hvussu skal nýggja røktarheimið á Stórubrekku eita?

Tórshavnar kommuna bjóðar øllum at senda inn navnauppskot og letur 3.000 krónur í virðisløn fyri besta hugskotið. Freistin at senda inn uppskot er 5. november.

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2026-10-07 12:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum navni til nýggja røktarheimið á Stórubrekku í Hoyvík.

Kommunan bjóðar øllum at senda inn navnauppskot og letur 3.000 krónur í virðisløn fyri besta hugskotið. Freistin at senda inn uppskot er 5. november.

– Vit leita eftir einum navni, sum ljóðar væl og hóskar til heimið og virksemið har, skrivar kommunan.

Innsendu uppskotini og grundgevingarnar verða løgd fyri dómsnevnd, sum síðan letur Heilsu- og eldranevndini tilmæli við talmerki fyri hvørt uppskot – tað vil siga uttan upplýsingar um, hvør eigur navnauppskotini.

Á hesum grundarlagi velur Heilsu- og eldranevndin besta uppskotið. Hava fleiri sent inn sama navnauppskot, kastar nevndin lut um, hvør fær virðislønina.

Tórshavnar kommuna tilskilar sær tó rætt til ikki at nýta vinnandi uppskotið.

Nýggja røktarheimið á Stórubrekku, sum eftir ætlan skal vera liðugt í 2028, fer at hava 64 búpláss, 16 røktaríbúðir og dagtilboð til 50 eldri heimabúgvandi. Harumframt verða 16 røktaríbúðir til einstaklingar og pør.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder