2026-10-07 08:00
Týsmorgunin stutt eftir klokkan átta varð boðað frá einum arbeiðsóhappi í Hósvík, har ein handverkari hevði fingið hondina innundir eina sag.
Viðkomandi varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum ikki veit at siga, hvussu stóran skaða hann hevði fingið, men sigur, at hann misti ikki nakran lim.
Arbeiðseftirlitið og løgreglan fóru á staðið at kanna viðurskiftini, og mett var, at alt var í lagi. Bæði sagin og umstøðurnar vóru í lagi, sigur vaktleiðarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald