Innanlands

Maður breyt rútar á løgreglustøðini í Havn

Maðurin, sum varð handtikin seint í gjárkvøldið, liggur enn á støðini.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-07 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið beint áðrenn klokkan 23 fór ein maður í holt við at bróta rútar á løgreglustøðini í Havn.

Løgreglan sá hetta umvegis vakmyndatól og fekk handtikið mannin, sum framvegis er í varðhaldi hjá løgregluni, sum ikki er liðug at avhoyra hann.

Maðurin hevur brúkt tað, sum vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn kallar eitt tilvirkað amboð at bróta m.a. rútin í høvuðsdyrnum og fleiri aðrar. Lagt verður afturat, at maðurin var ikki ávirkaður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder