2026-10-07 09:51
Nú klokkan 10 verður tingfundur, har framløga og 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2027 eru á skránni.
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2027 varð lagt fram 30. september.
Sambært uppskotinum verða inntøkurnar 8.076,8 milliónir krónur, og útreiðslukarmurin er 8.038,3 milliónir krónur. Tað merkir, at 38,5 milliónir eru í avlopi.
Av útreiðslunum fara 7.457,7 milliónir til rakstur, og 580,6 milliónir krónur eru løgur og løgukendar útreiðslur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald