Innanlands

Landsstýrismaður: Spurningurin um el-súkklur verður viðgjørdur

Í sambandi við fyrireikingum av broytingum í ferðslulógini verður spurningurin um el-súkklur eisini viðgjørdur, men í løtuni eru ongar reglur um hámarksferð ella aldursmark fyri el-súkklur, sigur Jacob Vestergaard í svari til fyrispurning frá Sunnvá Dahl Høgfeldt.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-07 12:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vinnumálaráðið er farið undir at fyrireika broytingar í ferðslulógini, og í hesum sambandi verður spurningurin um el-súkklur eisini viðgjørdur.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum í svari til ein §52a fyrispurning frá Sunnvá Dahl Høgfeldt, tingkvinnu fyri Sambandsflokkin.

Sunnvá Dahl Høgfeldt spurdi, hvørjar ferðslureglur eru galdandi fyri el-súkklur í Føroyum, og sambært Jacob Vestergaard hevur ferðslulógin onga allýsing av súkklu ella el-súkklu.

Lógin hevur einki hámark fyri, hvussu skjótt ein el-súkkla kann koyra og ei heldur nakað aldursmark fyri at brúka el-súkklu.

Tær vanligu ferðaavmarkingarnar og vanligu ferðslureglurnar eru tó galdandi, sigur landsstýrismaðurin.

Hóast einki aldursmark er, verður heitt á foreldur um at vísa fyrilit og meta um, hvørt barnið er nóg búgvið og hevur neyðugar førleikar at brúka el-súkklu, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder