Uttanlands

CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast at eyðmerkja borgarar

Tað sigur danska Styrelsen for Samfundssikkerhed, eftir at óviðkomandi hava havt atgongd til CPR-nummur hjá 8,8 milliónum borgarum.

(Mynd: Issouf Sanogo/AFP/Ritzau Scanpix)

(Mynd: Issouf Sanogo/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-07 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

CPR-nummur kunnu ikki longur nýtast at eyðmerkja borgarar, eftir at óviðkomandi fingu atgongd til upplýsingar hjá fleiri milliónum persónum í CPR-skipanini.

Tað sigur danska Styrelsen for Samfundssikkerhed (Samsik) sambært Ritzau.

Mánadagin kom fram, at óviðkomandi gjøgnum tíggju dagar í september høvdu havt atgongd til upplýsingar hjá 8,8 milliónum persónum. Talan var bæði um núlivandi persónar, deyðar persónar og persónar, sum eru fluttir úr Danmark.

Les eisini: Óviðkomandi hava fingið atgongd til CPR-upplýsingar

Samsik heitir á fyritøkur um at brúka aðrar hættir at eyðmerkja borgarar. Eitt nú MitID ella einnýtisloynitøl, sum borgarar fáa umvegis sms ella teldupost.

Upplýsingarnir, sum óviðkomandi hava fingið atgongd til eru cpr-nummur, nøvn og bústaðir. Tað eru eisini aðrir upplýsingar, sum teir ikki hava fingið atgongd til, sigur Mikkel Leihardt, deildarleiðari hjá danska granskingar-, útbúgvingar- og talgildingarmálaráðnum.

Les eisini: Løgreglan: Ansið eftir sviki við CPR-upplýsingum


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder