Mentan

Shakespeare fyri børn í Listastovuni

Ein snedig, syrgin og stuttlig søga við tónleiki og leiklist.

2026-10-07 16:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í morgin, hósdagin 8. oktober klokkan 16.30, verður sjónleikurin ‘Lear Kongur’ í Listastovuni í Miðvági. Dánjal og Búi frá Ævintýraferðini siga børnunum søguna um Lear Kong við tónleiki, leiklist og hugflogi.

Søgan byggir á eitt av kendastu verkunum eftir William Shakespeare.

Hvat hendir, tá ein gamal kongur skal býta sítt kongsríki millum tríggjar døtur, sum als ikki skikka sær, sum ein kundi vænta av kongaligum prinsessum? Tær eru so ómetaliga óargaligar, at alt fer av sporinum. Kongurin verður púra ørur í høvdinum, og rýmir úr síni egnu kongshøll. Men hvat gera døturnar við hann? Tað fáa børnini at vita í Listastovuni.

Í sjónleikinum ganga kærleiki, svik, ørskapur og óvæntaðar hendingar hond í hond. Við tónleikaligum og leiklistarligum snildni geva Dánjal og Búi børnunum eina livandi og stuttliga inngongd til tann undrunarverda heimin, sum Shakespeare skapti. Verkið stendur enn í dag sum ein varði í heimsins leiklist.

Aldursmark: 5 ár. Atgongumerki á listastovan.atgongumerki.fo 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder