Uttanlands

Tropisk ódn við at taka seg upp í Meksikoflógvanum

Tað plagar ikki at ganga so langt út á árið áðrenn tann fyrsta tropiska ódnin tekur seg upp.

Hetta verður støðan í flógvanum leygarnáttina (Skíggjamynd: windy.com)

Hetta verður støðan í flógvanum leygarnáttina (Skíggjamynd: windy.com)

2026-10-07 16:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um hesa tíðina plaga ódnirnar at herja í Atlantshavi. Men higartil hava lágtrýstini, sum hava rakt okkum, ikki verið so ógvuslig.

Men tað kann broytast.

Danmarks Radio skrivar í dag, at veðurfrøðingar nú halda neyvt eyga við, hvat hendir í útsynningshorninum av Meksikoflógvanum, har eitt áhugavert lágtrýst er við at menna seg.

Veðurfrøðingar vænta, at hetta lágtrýstið fer at dýpast nógv orsaka av flógva sjónum teir komandi dagarnar. Sambært amerikanska National Hurricane Center, kann hetta lágtrýstið menna seg til eina ódn fríggjanáttina.

Ein orsøk er veðurfyribrigdið El Niño, sum mennist í Kyrrahavinum í hesum tíðum.

El Niño hevur ávirkan á vindumstøðurnar høgt uppi í atmosferuni, og hetta hevur ávirkan á hvussu vindumstøðurnar í Atlantshavi. Fyri ein tropiskan storm, ið er í menning, er hetta ikki so gott, tí hann verður órógvaður áðrenn hann gerst ein ódn, skrivar dr.dk.

Enn hava ongar ódnir verið

Síðan fylgisveinar byrjaðu at hava eftirlit við veðrinum í 1966, er tað ikki hent, at tað er liðið so langt út á árið uttan nakra ódn. Metið higartil var 11. september – tað var í 2002 og 2013.

Verður farið longur aftur í søguna, er tað bert hent einaferð, at ein ódn hevur verið seinni á árinum. í 1905 kom fyrsta ódnin 8. oktober, og tað er metið í amerikansku skrásetingunum, sum ganga aftur til 1851, sambært National Weather Service.

Nú er so spurningurin um tað metið verður tikið í ár.

Lágtrýstið yvir Meksikoflógvanum verður mett at gerast ei ódn um midnáttarleitið (UTC) millum 8. og 9. oktober. Hendir tað eftir midnátt, verður metið sostatt tikið.

Í løtuni hevur lágtrýstið ikki fingið navn, bert eitt nummar. Tað kallast tropiska depressiónin ‘Nine’, tí hetta er níggjunda tropiska lágtrýstskipanin í Atlantshavi í ár.

Navnið verður Isaias

Tá lágtrýstið gerst til ein tropiskan storm, og tað kann henda í dag, so fær tað eitt navn. Navnið er givið frammanundan. World Meteoroligacal Organization, WMO, ger ein lista fyri hvørt ár, og næsta navn á listanum er ‘Isaias’.

‘Nine’ hevur í løtuni eina miðal vindferð á 15 metrar um sekundið. Heiti sjógvurin í flógvanum gevur lágtrýstinum orku, og National Hurricane Center metir, at lágtrýstið fer at dýpast nógv komandi dagarnar, tá tað leggur leiðina norðureftir.

Í kvøld fær tað helst navnið Isias. Fríggjanáttina verður talan um eina ódn í kategori 1, sum merkir at miðal vindferðin er komin upp á 39 metrar um sekundið. Fríggjadagin fer hon um 44 m/s og gerst ein ódn í kategori 2 og leygarnáttina rakar hon væntandi amerikansku flógvastrondina í Mississippi og Alabama.

Enn er ikki vist hvussu leiðin verður. Roknað verður við, at strandaøkið millum Louisiana og Florida skal roknað við at tað fer at regna millum 75 og 150 millimetrar. Í støðum kann regna upp móti 250 millimetrar, skrivar dr.dk.

Enn er óvist um hetta lágtrýstið fer at fáa stórvegis ávirkan á okkara leiðum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder