»Telefonin er ikki bara ein tíðartjóvur – men ein lívstjóvur«. Tað er greiði boðskapurin hjá virðislønta Jakob Sorgenfri Kjær í fyrilestrinum KIG OP, ið byggir á bestseljandi bókina við sama heiti. Menniskjað er broytt av talgildu kollveltingini – men hvat siga granskarar um talgilda lívið? Hvussu ávirkar tað okkum? Og hvussu kunnu vit slíta okkum leys aftur?
Í fleiri ár hevur Jakob Sorgenfri Kjær skrivað um fylgjurnar av ógvusligu talgildingini, vit seinastu árini eru farin ígjøgnum. Hann hevur uppfunnið hugtakið ”talgildi undirklassin” um tann stóra bólkin av fólki, sum missa møguleikar og rættindi, tí tey ikki eru stinn í talgilda heiminum.
Hann vísir á, at vit í dag hava eitt samfelag, ið er merkt av mistrivnaði, ið kann tengjast at skíggjanýtslu – og hann vísir á eina røð av skelkandi kanningum, ið hann hegnisliga tvinnar saman við sonnum søgum úr gerandislívinum.
Seinnu árini hevur stórt fokus verið á skíggjanýtsluna hjá børnum, men nú standa skíggjavanarnir hjá okkum vaksnu fyri skotum, tí vit – uttan at gáa um tað – í tíð og ótíð kanna telefonina. Hvat ger tað við okkum, við børnini, við parlagið og við samfelagið?
Fyrilesturin, sum Betri samtakið stendur fyri, er partur av átakinum SkíggjaSunn og Nærveruvikuni, har vit leggja dent á fylgjurnar av skíggjanýtsluni og hvussu vit kunnu venda aftur til týdningarmiklu nærveruna.
Hvat: Ókeypis almennur fyrilestur við heitinum HYGG UPP!
Hvør: Jakob Sorgenfri Kjær, virðisløtur journalistur á Politiken og høvundur
Hvar: Í Norðurlandahúsinum - og beinleiðis stroyming í Miðnámsskúlanum í Suðuroy
Nær: Mikukvøldið 21. oktober kl 19.30
Atgongumerki fáast á betri.fo/jakob
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald