Innanlands

Ætla at hava slíkar toppfundir regluliga

Stjórnarleiðararnir í útnorði hittust í Íslandi í gjár.

Jens-Frederik Nielsen, Kristrún Frostadóttir og Beinir Johannesen vóru á flogtúri yvir Reykjanesi í gjár (Mynd: stjornarradid.is)

Jens-Frederik Nielsen, Kristrún Frostadóttir og Beinir Johannesen vóru á flogtúri yvir Reykjanesi í gjár (Mynd: stjornarradid.is)

2026-10-08 10:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnarleiðararnir í Føroyum, Grønlandi og Íslandi hava ætlanir um at hittast regluliga á toppfundum at viðgera mál av felags áhuga.

Tað kom fram, tá Beinir Johannesen, Jens-Frederik Nielsen og Kristrún Frostadóttir hildu tíðindafund í Reykjavík í gjár.

Føroya løgmaður og grønlendski landsstýrisformaðurin hava verið á almennari vitjan í Íslandi hesa vikuna, og hetta er fyrstu ferð, at fundur av hesum slag hevur verið millum hesi trý londini. Og tey ætla at halda fram við slíkum fundum í framtíðini, segði Kristrún Frostadóttir á tíðindafundinum, sambært Morgunblaðnum.

Uttanríkis- og trygdarmál og broytta støðan í Arktis vóru millum málini, sum vóru viðgjørd á fundinum, umframt búskaparmál, handil og møguleikin fyri øktum samstarvi.

Beinir Johannesen, løgmaður, nevndi á tíðindafundinum, at hesi trý londini hava nógv felags virðir og avbjóðingar, og segði at møguleikarnir fyri samstarvi eru stórir, hóast londini hvørt sær eru smá.

Umframt at fundast, so vóru tey trý oddafólkini á ferð í Íslandi fyri at skoða støð av áhuga. Tey kunnaðu seg um trygdarviðurskiftini á flogvøllinum í Keflavík, vóru á tyrlufer yvir Reykjaneshálvoynni.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder