Í hesi vikuni er barnabókin “Flina og Fluksi”, sum Petur Mohr Reinert hevur skrivað og myndprýtt givin út av forlagnum Tyrpa.
Bókin er tann fyrsta í eini røð á 12. Ætlanin er at geva einar tvær út um árið.
Petur Mohr Reinert gav sína fyrstu skaldsøgu “Hevnd” út í fjør. Tann næsta í tí triologiini kemur fyrst í komandi árið
Flina og Fluksi eru tvær fittar momlur. Momlur eru smáar verur sum líkjast trøllum.Tær síggja heilt fittar út, og eru tað eisini. Tær koma úr fjøllunum í Noreg, og tær komu til Føroya við einum skipi, sum skuldi til Íslands. Veðrið var so ringt, at tað var ein ógvuslig og vandamikil ferð. So tær gjørdu av at fara av í Føroyum. Momlur uppliva eina rúgvu. Og meira tær uppliva, meira læra tær.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald