Almennu útreiðslurnar vóru knapt 15,1 milliard krónur í 2025. Tað er ein vøkstur á 86,4 milliónir krónur ella 0,6 prosent í mun til 2024. Laki útreiðsluvøksturin kemur í høvuðsheitum av, at bæði land og kommunur høvdu minni løguútreiðslur í 2025.
Tað er Hagstovan, sum hevur greinað hvussu almennu pengakassarnir brúka sínar pengar.
Í 2024 vóru samlaðu útreiðslurnar hjá almenna geiranum knapt 15,1 milliard, ímeðan samlaðu inntøkurnar vóru 15,5 milliardir krónur. Almenni geirin hevði sostatt eitt yvirskot á knappar 400 milliónir krónur í árinum.
Almenni geirin fevnir í hesi uppgerð um land, kommunur, danskar ríkisstovnar í Føroyum og sosialar trygdargrunnar, so sum ALS og Samhaldsfasta. Samlaðu útreiðslurnar hjá bæði lands- og kommunugeiranum minkaðu eitt vet, ímeðan útreiðslurnar hjá ríkisstovnunum og sosialu trygdargrunnunum vuksu.
Íløgurnar minkaðu
Almenni geirin gjørdi íløgur fyri 1,6 milliardir krónur í 2025, sum er 23,3 prosent minni enn í 2024. Íløgurnar hjá landinum eru minkaðar tvey ár á rað, ímeðan hetta er fyrstu ferð íløgurnar hjá kommununum minka síðan 2021.
Kommunalu íløgurnar í ítróttaranlegg minkaðu niður í eina helvt í mun til 2024, av tí at fleiri stórar verkætlanir stóðu lidnar í 2025, so sum stórhøllin við Tjarnir, svimjihøllin í Runavík og útbyggingin av svimjihøllini í Havn. Eisini íløgurnar í vegir eru minkaðar, síðan Havnavegurin stóð liðugur í 2025. Harafturímóti vuksu íløgurnar í dagstovnar við góðum 68 milliónum krónum samanlagt fyri allar kommunurnar.
Eisini íløgurnar hjá landinum minkaðu í 2025. Íløgur í tunlar og vegir minkaðu við eini helvt, av tí at tunlarnir Norður um Fjall blivu lidnir í 2024, og Fámjinstunnilin bleiv liðugur í juni 2025. Útreiðslurnar til útbyggingina av sjúkrahúsinum vóru eisini nakað minni í 2025 enn undanfarin ár. Harafturímóti vóru størri íløgur gjørdar í Fróðskaparsetrið, skrivar Hagstovan.
Rakstrarútreiðslurnar vaksa enn støðugt
Rakstrarútreiðslurnar, sum eru útreiðslur til lønir, vørur og tænastur, veitingar og flytingarútreiðslur annars, vuksu frá 12,6 milliardum krónum í 2024 til 13,4 milliardir krónur í 2025.
Tað er ein vøkstur á 5,7 prosent. Rakstrarútreiðslurnar hjá kommununum vuksu við 7,2 prosentum, ímeðan rakstrarútreiðslurnar hjá landinum vuksu við 2,5 prosentum.
Flestar útreiðslur til aldurdóm
Almennu útreiðslurnar verða býttar á tíggju yvirskipað virkisøki. Flestu útreiðslurnar eru til 'almannavernd', sum millum annað fevnir um útreiðslur í samband við aldurdóm, familju og børn, sjúku og avlamni og arbeiðsloysi. Útreiðslurnar til 'almannavernd' vóru 5,55 milliardir krónur í 2025 og telja sostatt ein góðan triðing av samlaðu almennu útreiðslunum.
Nærum helvtin av útreiðslunum til almannavernd, 2,5 milliardir krónur, vóru útreiðslur og veitingar í samband við aldurdóm. Tað er 121,4 milliónir krónur ella 5,2 prosent meira enn í 2024. Næststørsti bólkurin undir 'almannavernd' eitur 'Familja og børn', og her bólkast millum annað dagstovnar og barnavernd. Útreiðslurnar í bólkinum 'familja og børn' vóru 1,4 milliardir krónur í 2025, sum er ein vøkstur á 14 prosent í mun til útreiðslurnar í 2024. Vøksturin kemst av øktum íløguvirksemi innan dagstovnaøkið.
Í grannalondunum telur almannavernd eisini størsta partin av almennu útreiðslunum. Ymiskt er tó, hvussu londini raðfesta hini økini.
Í Føroyum fara 14,3 prosent av almennu útreiðslunum til ’búskaparviðurskifti’, sum í høvuðsheitum eru vegir og tunlar, meðan tey í grannalondunum hava næstflestar útreiðslur innan heilsuøkið.
Meira á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald