76 ára gamla Anne Carson fær Bókmentaheiðursløn Nobel’s í ár.
Svenska Akademii hevur í dag kunngjørt, at heiðurin fer til kanadiska yrkjaran og rithøvundin. Saman við hriðrunum fylgja 12 milliónir svenskar krónur, svarandi til um 8 milliónir danskar.
Carson fær heiðurslønina fyri síni “djørvu og hugflogsríku verk, sum í leikandi dialogi við klassisku siðvenjuna hava skapt nýggjar formar av samtíðarbólmentum”, stendur í grundgevingini.
Hennara verk fevna um eitt bland av skaldskapi, prosa og ritgerðum og hava ofta træðrir aftur í forngrisk verk og sagnir.
Hon fæst eisini við týðing og bókmentaummæli, og hevur eisini undirvíst á ymsum lærdum háskúlum.
Carson hevur givið út síðan 1986. Seinastu fjøruti árini hevur hon givið út umleið 20 verk. Í ár kom yrkingasavnið “Wrong Norma”.
Anne Carson hevur fingið fleiri heiðrar gjøgnum tíðina. Í 2001 gjørdist hon fyrsta kvinna at fáa tignarligu bretsku T.S. Elliot-virðislønina.
Hon fær virðislønina handaða á einum hátíðarhaldi í Stockholm í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald