Innanlands

Vinnumessan skotin í gongd fríggjadagin

60 fyritøkur verður við tá vinnumessan fer av bakkastokki við Tjarnir í morgin fyrrapart. Í fjør vóru 6500 vitjandi.

Vinnumessan í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

Vinnumessan í fjør (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-10-08 17:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vinnumessan verður við Tjarnir fríggjadagin og leygardagin, og í løtuni eru 60 fyritøkur í gongd við at seta básar upp.

60 fyritøkur hava meldað seg til Vinnumessuna í ár, og fara at vísa sínar tænastur og vørur fram.

Hetta verður størsta sølustevna, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Adam Andreasen, fyriskipari.

[object Object]Adam Andreasen, fyriskipari (Mynd: Jens Kr. Vang)

Í fjør vóru fleiri enn 6500 vitjandi, og í ár verða tað væntandi fleiri, siga fyriskipararnir.

Vinnumessan er ókeypis fyri øll vitjandi, og á skránni verður ymisktu ndirhald fyri bæði vaksin og børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder