2026-10-09 07:03
Klokkan 10 lata dyrnar upp við Tjarnir. Tá byrjar Vinnumessan, har 60 fyritøkur vísa sínar tænastur og vørur fram.
Vinnumessan var á fyrsta sinni í fjør tá omanfyri 6500 vitjandi vóru.
Elsa Berg setir Vinnumessuna klokkan 11.
Klokkan 12:30 sendir FM1 beinleiðis frá Vinnumessuni. Forvitnast verður hjá nøkrum av fyritøkunum.
Vinnumessan er ókeypis fyri øll vitjandi, og á skránni verður ymiskt undirhald fyri bæði vaksin og børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald