2026-10-09 07:51
Løgreglan fekk í nátt fráboðan um ein mann, sum var ólátaður á einari matstovu í Havn. Maðurin var ávirkaður og dugdi sær ikki hógv.
Vaktleiðarin á løgreglustøðini sigur í morgun, at maðurin var tikin við á støðina og var settur í klivan eina løtu.
Hann fekk eina bót upp á 1500 krónur fyri brot á skilhaldsreglurnar, og er síðan leyslatin aftur.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni. Hóast nakað av vindi í gjárkvøldið og nátt er eingin fráboðan komin um vindskaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald