Navi Pillay fær friðarvirðisløn Nobels fyri 2026.
Tað varð kunngjørt á einum tíðindafundi á Nobelinstituttinum í Oslo í dag.
Navi Pillay er fyrrverandi dómari í Altjóða revsirættinum, ICC. Hon hevur eisini verið formaður í eini óheftari kanningarnevnd, sum Mannarættindaráðið hjá ST setti í 2021. Nevndin skuldi kanna brot á mannarættindini og kríggslógirnar í Ísrael og teimum hersettu palestinsku økjunum.
Norska Nobelnevndin letur virðislønina, sum hevur verið latin síðan 1901. Handanin verður á ráðhúsinum í Oslo í desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald