Fríggjadagin hittust umboð fyri Evropa, Ukraina, og USA í amerkanska stórbýnum Miami fyri at umrøða kríggið millum Ukraina og Russland, skrivar serliga amerikanska sendifólkið, Steve Witkoff á X.
– Fundurin var uppbyggjandi og hjálpti okkum at finna fram til øki, sum skulu kannast nærri undan næsta samskiftinum millum USA og Russland, skrivar hann sambært Ritzau.
Partarnir umrøddu m.a. tiltøk í sambandi við veturin og framtíðartiltøk sum eitt nú enduruppbygging av Ukraina eftir kríggið og upptøku í ES.
Á fundinum luttóku umboð úr USA, ES, Ukraina og Nato umframt umboð fyri sonevnda E3-bólkin, tríggir teir størstu búskapirnir í Vesturevropa - Týskland, Stórabretland og Frakland.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald