Amerikanski forsetin, Donald Trump er ónøgdur við, at suðurafrikanski løgfrøðingurin Navi Pillay hevur fingið friðarheiðursløn Nobels.
Hann sigur, sambært Ritzau, at avgerðin hjá norsku Nobelnevndini um at geva 85 ára gomlu Pillay friðarheiðurslønina er pínlig.
Á veljarafundi í amerikanska býnum Syracuse segði Trump, at hann ongantíð hevði hoyrt um Pillay, og tað var tað, sambært honum, heldur eingin annar, sum hevði.
Pillay er fyrrverandi dómari í Altjóða Revsidómstólinum í Haag (ICC). Í dag er hon dómari hjá Altjóða Dómstólinum hjá ST, (ICJ), og hevur hon m.a. staðið á odda fyri eina ST-frágreiðing við niðurstøðuni um, at Ísrael fremur fólkadráp í Gaza.
Les eisini: Navi Pillay fær Nobels friðarvirðisløn
Trump hevur fleiri ferðir gjørt vart við, at hann er vónsvikin um, at hann ikki sjálvur hevur fingið friðarheiðursløn Nobels, og tað endurtók hann eisini á veljarafundinum í Syracuse.
Fáar tímar eftir, at tað varð kunngjørt, at Navi Pillay fekk friðarheiðursløn Nobels, setti USA í gildi revsitiltøk móti ICC.
Trump-umsitingin hevur áður sett í gildi revsitiltøk móti ICC-dómarum og ákærum, m.a. orsakað av altjóða handtøkuboðunum hjá ICC móti ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu og fyrrverandi ísraelska verjumálaráðharranum, Yoav Gallant. Harumframt hevur ICC kannað møgulig brotsverk hjá amerikonskum herfólki í Afganistan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald