Veðurstovan: Illveður í miðvikuni? - kanska

Tað hevur verið eitt sindur av vindi í heyst og í løtum nógv avfall. Men enn hevur einki ordiligt illveður verið. Tað fer tað kanska at vera miðskeiðis í næstu viku.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-10 14:55 Author image
Veðurstova Føroya
placeholder

Lat tað vera sagt beinanvegin, at hetta eru forsagnirnar í dag, sum røkka 4-5 dagar fram, og tá kann óvissan vera stór.

Eitt lágtrýst yvir suðurstatunum í USA fer í dag og í morgin eystureftur og so út yvir hav, haðani tað tekur leiðina ímóti okkum. Sum framrokningarnar eru í morgun, væntast tað at fara millum Føroyar og Ísland mikudagin.

Hetta sama lágtrýst er fyrsta tropiska illveðrið yvir Norðuratlantshavi í heyst. Tað tók seg upp yvir Meksikoflógva fyri 5 døgum síðan og fekk navnið Isaias. Nakað av skaða er komið av Isaias í Florida og Alabama – sí mynd niðanfyri.

[object Object]

Vanliga doyggja slík lágtrýst, tá ið tey koma yvir land, men hetta megnar at taka leiðina eystureftir og út yvir hav aftur. Har fær tað nýggja orku og kann byrja sína longu ferð ímóti okkum.

Fyrstu dagarnar fer tað at dýpast ógvuliga spakuliga, meðan tað gongur nokkso skjótt hendaveg. Tá ið tað er komið á leiðina sunnan fyri Flemish Cape týsdagin, fer tað at dýpast nógv skjótarix, og tá ið tað er komið millum Føroyar og Ísland seinnapartin mikudagin, er trýstið í miðjuni minni enn 960 hPa.

[object Object]

Klokkan 21:30 í gjárkvøldið føroyska tíð fór Isaias í land yvir Florida og Alabama. Ódanveðrið hevur gjørt eitt sindur um seg við nógvum vindi og vatnflóð. Eisini hevur regnað sera nógv. Alt hetta fer at so líðandi at minka niður í einki, meðan Isaias gongur norðureftir og eystureftir. Komin út yvir hav eystan fyri Virginia, fær Ex-Isaias nýggja orku og tekur leiðina í landnyrðing. Mynd: NOAA.


Mesti vindurin er sunnan fyri miðjuna, og tað er tað økið, sum fer yvir Føroyar. Miðalvindurin fer at liggja um 15 til 20 m/s, í støðum upp í 23 m/s. Afturat koma hvirlurnrar, sum fara at vera 1½-2 ferðir miðalvindin.

Enn eru næstan 5 dagar til ta tíð, og enn kann nógv broytast. Men hetta er so tað nýggjasta, vit hava í løtuni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder