Leygardagin 10. oktober varð ársins sálarheilsuvirðisløn handað í sambandi við altjóða sálarheilsudagin, sum Sinnisbati skipaði fyri í Finsen, og í ár varð virðislønin latin Mariu Tórgarð.
– Sinnisbati vil við Sálarheilsuvirðislønini 2026 heiðra Mariu fyri hennara dirvi og serliga evni at varpa ljós á lívið sum avvarðandi hjá einum, ið livir við álvarsligari sálarsjúku, sigur Sinnisbati.
Við heimildarfilminum "Mammuskepilsið", sum tekur støði í hennara egna lívi og familju, lýsir Maria á ein nærverandi og virðiligan hátt, hvussu tað er at vaksa upp við einum foreldri við sálarsjúku. Filmurin gevur innlit í kenslur og upplivingar, sum ofta eru torførar at seta orð á, og er við til at skapa størri opinleika um sálarsjúku og støðuna hjá avvarðandi.
Tað var Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og bústaðamálum, sum handaði virðislønina.
Maria var ikki í Føroyum at taka ímóti virðislønini, og tí tóku foreldrini, Hans Tórgarð og Katarina Nolsøe ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald