Spenningurin er í hásæti í griska býnum Kalamata, nú føroyska kórið Tarira undir leiðslu av Bernharði Wilkinson er komið víðari til stóru Grand Prize kappingina í Kalamata International Choir Competition and Festival.
Tarira hevur luttikið í tveimum kategorium og hevur kappast ímóti 36 kórum úr 16 ymiskum londum úr øllum heiminum.
Tarira hevur framført sjey ymisk verk, m.a. nútímans verk eftir griska tónaskaldið Panagiotis Theodossiou og eitt nýtt verk eftir føroyska tónaskaldið Tróndur Bogason til yrking úr Svørt Orkidé eftir Vónbjørt Vang.
Stóra finalan, har alt verður avgjørt, verður í dag, sunnudagin 11. oktober klokkan 14.30, og seinni um kvøldið fæst at vita, hvør vinnur ymisku kategoriirnar umframt, hvør høvuðsvinnarin av øllum verður á altjóða kórkappingini.
– Vit eru sera spent og eisini ovfarin, at vit eru komin so langt, tí støðið er sera høgt, sigur ein ovurfegin Píl Reinert, forkvinna fyri Tarira.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald