Innanlands

Løgreglan: Hetta er brot á 266b

Løgreglan vil fegin hoyra frá fólki, um tey vita nakað um herverkið á ælabogan í Steinatúni.

Nú er aftur herverk framt á ælabogan í Steinatúni.

Nú er aftur herverk framt á ælabogan í Steinatúni.

2026-10-11 09:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Herverk er aftur gjørt á ælabogan í Steinatúni, og løgreglan kannar nú málið sum brot á grein 266b í revsilógini.

Í grein 266b stendur: "Tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til 2 ár".

Tað var á middegi leygardagin, at onkur skrivaði dulnevnt til løgregluna um, at herverk varð framt á ælabogan. Onkur hevði teknað eitt svastika-merki og skrivað okkurt um samkynd, sum løgreglan metir vera haturstala.

Hvør hevur gjørt tað, og nær hetta er gjørt, veit løgreglan ikki, men herverkið var í øllum førum nakrar dagar gamalt, tá løgreglan fekk boð um hetta.

Løgreglan fer nú at kanna málið, og um onkur veit okkurt, sum kann hjálpa løgregluni at loysa málið, vil løgreglan fegin hoyra frá teimum, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn, sum undrast á, at eingin hevur boðað løgregluni frá hesum fyrr.

[object Object]
Soleiðis sær ælabogin í Steinatúni út í løtuni

Verður málaður umaftur
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu segði við útvarpið í gjár, at ætlanin er at mála ælabogan á nýggjum.

Ælabogin varð málaður í juli undan árligu Faroe Pride-skrúðgonguni 27. juli, og var ætlanin, at hann skuldi slítast burtur. Men hetta verður ikki fyrstu ferð, at ælabogin má málast umaftur orsakað av herverki.

Les eisini: Mugu mála ælabogan umaftur

Les eisini: Herverk kostar skattgjaldarum í Havn

Dagførd kl. 9.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder