2026-10-11 10:46
Nógv fólk hava verið í býnum í nátt, men kortini hevur sum heild verið friðarligt. Tó kannar løgreglan eitt harðskapsmál í Vági.
Tað var um klokkan trý í nátt, at ein maður varð sligin. Hann hevur fingið onkran skaða, men talan er ikki um stóran skaða, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn.
Løgreglan fer at kanna málið nærri, og vaktleiðarin leggur afturat, at løgreglan veit, hvør framdi harðskapin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald