Trý fólk vórðu í gjár særd í einum kníválopi á einum útbúgvingarstovni fyri vaksin fólk í pólska høvuðsstaðnum Varsjava.
Ein 21 ára gomul lesandi leyp á trý fólk á einari skrivstovu. Talan er um tvær 17 ára gamlar gentur og eina 24 ára gamla kvinnu, sum vóru á skrivstovuni fyri at lata inn umsókn um upptøku.
Ein av 17 ára gomlu gentunum varð koyrd á sjúkrahúsið við knívsári undir arminum, meðan hinar báðar fingu viðgerð á staðnum. Eingin teirra var tó í lívsvanda, skrivar Ritzau.
Hetta er triðja kníválopið á einum pólskum skúla uppá fýra dagar, og tað hevur vakt stúran um, at ung kunnu fara at fremja sonevnd copycat-álop, har tey herma eftir øðrum álopsfólkum.
Hini bæði álopini hendu eisini í høvuðsstaðarøkinum. Mikudagin særdi ein 19 ára gamal maður tíggju fólk - harímillum seg sjálvan.
Hósdagin leyp ein 15 ára gamal fyrrverandi fólkaskúlanæmingur á trý fólk. Ein persónur - ein húsavørður - lat lív, meðan tveir lærarar vórðu særdir.
15 ára gamli persónurin var í hjálmi, har hann hevði sett eitt myndatól á.
Leygardagin boðaði pólska løgreglan frá, at 76 fólk vórðu handtikin í sambandi við álopini mikudagin og hósdagin. Tey flestu vóru tannáringar, sum hava borið fram hóttanir á netinum.
Fríggjadagin vitjaðu løgreglufólk á fleiri skúlum í høvuðsstaðarøkinum, har tey royndu at sissa næmingar, sum stúrdu fyri fleiri álopum. Eisini hevur løgreglan havt trygdareftirlit á tilsamans 50.000 skúlum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald