Innanlands

Makrel í tomatsós afturkallað

Vandi er fyri, at metalpetti kunnu vera í "Makrelkræs", sum er selt i føroyskum handlum.

2026-10-11 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Amanda Seafood A/S afturkallar eitt slag av makreli í tomatsós, sum er selt í føroyskum handlum. Talan er um sonevnt "Makralkræs", sum fæst í tupum við 80 gr.

Orsøkin til afturkallingina er vandin fyri, at metalpetti kunnu vera í, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Mælt verður til at lata vøruna innaftur í handilin ella beina hana burtur.

Amanda Makrelkræs
Nettovekt: 80 gramm.
EAN strikukota á tupu: 5705550826128.
EAN strikukota á karton: 15705550826125.
Lotnummar: 270526, 270810, 270921.
Framleitt; 26/5/2026, 10/8/2026 og 21/9/2026.
Haldføri: 26/5/2027, 10/8/2027 og 21/9/2027.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder